Flutningur av akførum

Sløkkiliðið hevur tveir bilar at flyta akfør við, bæði í sambandi við ferðsluóhapp og vanligan flutning.

Annar kann flyta persónbilar og smáar lastvognar upp til 2 tons. Hin kann flyta størri akfør upp til 9-10 tons. Eisini er hann útgjørdur við einum 18 tons krana.

Nærri upplýsingar um prísir og sløg av uppgávum fáast frá Sløkkiliðnum, tel. 30 21 00.