Húsaumsitingin

Húsaumsitingin er deild undir Teknisku fyrisiting. 7 fólk starvast í umsitingini, 1 formaður hjá húsavørðunum og 39 húsavørðar eru kring í bygninginum. Deildin virkar innan tær fíggjarligu játtanir, ið býráðið samtykkir og tryggjar, at allir kommunalir bygningar verða røktir og hildnir viðlíka.

Útbúgvingar
Byggifrøðingar
Bygningsverkfrøðingar
Orkufrøðingar
Tekniskir sniðgevar

Uppgávur gerandis
Høvuðsuppgávan hjá Húsaumsitingini er at røkja og umvæla kommunalar bygningar. Nógv umvælingararbeiði verða gjørd - summi størri og onnur minni. Er talan um størri umvælingar, verður ofta heitt á ráðgevarar um at gera útbjóðingartilfar, heinta inn tilboð og hava eftirlit við arbeiðunum. Til minni arbeiðir gera vit útbjóðingartilfarið, heinta inn undirhondsboð og hava eftirlit við arbeiðunum. Vit fylgja leiðreglum fyri útboð, sum fíggjarnevndin hevur samtykt fyri Húsaumsitingina.

Deildin skal millum annað tryggja:
• At myndugleika- og brunakrøvini eru í hásæti
• At bygningarnir eru í góðum standi
• At øll, sum venda sær til deildina, fáa eina eins og góða viðgerð

Luftin innandura, ljóð/ljós og atkoma eru umráðandi partur í øllum bygningum. Tí eiga hesi viðurskifti altíð at vera dagførd. Ein langtíðarætlan skal leggjast fyri hetta, og kanningar eiga at verða gjørdar fyri at tryggja okkum, at hesi viðurskiftini altíð eru í lagi.

Støðulýsingar skulu javnan gerast av øllum bygningum til tess at lýsa tørvin á hvørjum bygningi sær. Harumframt verður hetta nýtt til okkara viðlíkahaldsskipan. Støðulýsingar eru tí eisini amboð, ið fáa í lag langtíðarætlan fyri allar bygningarnar.

Vit hava eftirlit og ábyrgd av ávísum størri umvælingum, sum hava serstaka játtan.

Húsavørðirnir hava dagligu røktina um hendi, teir hava umsjón og røkja bygningar og ansa eftir, at teir eru reinir og í góðum standi. Uppgávurnar er sera ymiskar, húsavørðurin syrgir m.a. fyri at hava portur, garðar og hegn í góðum standi, hitaverk og luftreinsan skal rigga. Teir gera eisini smærri umvælingar í og á bygninginum, umvæla eisini úthús, leikur og annað, sum er á økinum.

Húsaumsitingin hevur ábyrgdina av spæliplássum á dagstovnaøkinum og frítíðarskúlum og skel eisini veita vissu fyri, at trygdini á øllum spæliplássum í barnagørðunum í ílagi.

Øll spælipláss verða javnan skrásett við eini støðulýsing, ið húsavørðirnir gera eina ferð um árið, og hesar kannar serligur ráðgevi regluliga eftir.

Arbeitt verður fram í móti at allir bygningarnir hjá Tórshavnar kommunu skulu hava varandi orku. Ein orkuætlan fyri bygningarnar er í gerð. Skifti til varandi orku skal bjóðast út eftir ESCO-leistinum, hesin skal gerast eftir tveimum leistum. Hvørja loysn, bygningarnir fáa, verður kannað við at savna inn og skráseta dáta um orkunýtslu. Við støði í hesum verður funnið fram til, hvør loysn er best fyri hvønn bygning. Orkuátøk fata eisini um, at ljósið í bygninginum verður lagt um til LED.

Húsaumsitingin skal verða ein vælvirkandi tænastuveitari og myndugleiki, sum skal kunna veita góða tænastu til brúkarar og onnur, sum vara av teimum kommunalu bygninginum.

Verkætlanir
Arbeitt verður miðvíst við verkætlanum, sum framtíðartryggja allar kommunalar bygningar. Arbeitt verður við at menna og fáa allar upplýsingarnar um bygningarnar inn í skipanina MdocFM, soleiðis at vit fáa eina langtíðarætlan fyri røkt og viðlíkahald. Arbeitt verður eisini fram í móti at fáa allar bygningarnar orkuvinarligar.

Hvønn veg gongur menningin á deildini

Deildin leggur dent á at veita góða og viðkomandi tænastu til brúkararnar, sum nýta bygningarnar, og deildin vil menna og tryggja, at okkara bygningar altíð eru í góðum standi. Harumframt er umráðandi, at bygningarnir eru orkuvinarligir.

Avbjóðingar
Við alsamt vaksandi krøvum til bygging, er tað umráðandi, at deildin gongur á odda í mun til vitan innan fyri tekniska vitan og verkætlanir.