umhvørvi og ferðsla


Umhvørvisarbeiðið í Tórshavnar kommunu tekur støði í umhvørvispolitikkinum "Grøna Leiðin". Í politikkinum eru ítøkilig mál, sum kommunan arbeiðir fram ímóti. Mál eru sett fyri varandi orku, grøna ferðslu, endurnýtslu, reina náttúru soleiðis, at komandi ættarlið hava somu møguleikar at gagnnýta náttúruna og tess tilfeingi eins og undanfarin ættarlið. Til ber at lesa samtykta umhvørvispolitikkin HER.

Tórshavnar kommuna tekur ábyrgd og virkar fyri einum grønum og burðardyggum samfelag, ið raðfestur umhvørvi høgt.

Á umhvørvisdeildini verður arbeitt við at fáa umhvørvið raðfest høgt í øllum tí, Tórshavnar kommuna fæst við. Deildin skipar fyri tiltøkum til tess at fáa borgaran tilvitaðan um burðardyggan lívsstíl. Deildin hevur eisini fráboðanir um dálkingar um hendi og hevur eftirlit við umhvørvisøkinum.
Grøna Leiðin
Umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu varð samtyktur á býráðsfundi 12. september 2016. Til ber at lesa politikkin HER