umhvørvistiltøk


Umhvørvisdeildin skipar fyri tiltøkum til tess at fáa borgaran tilvitaðan um burðardyggan lívsstíl. Niðanfyri ber til at lesa um einstøku tiltøkini.

Umhvørvisvikan
Á hvørjum árið skipar Tórshavnar kommuna fyri Umhvørvisviku í viku 19. Tað hava verið ymisk evni á Umhvørvisvikuni eitt nú um Plastnýtslu, CO2-útlát og matoysl. Umhvørvisvikan er ætlað øllum borgarum í kommununi. Umhvørvisveiðan, Planta eitt træ, verkstovur og framsýningar eru millum afturvendandi tiltøkini.

Fylg umhvørvisvikuni á Facebook.

Ferðast grønt
Tórshavnar kommuna setir sjóneykuna á burðardygga ferðslu og skipar fyri tiltøkum millum mars og septembur, sum skulu avmarka ferðsluna á vegnum, sum skulu hjálpa okkum at at ferðast saman, súkkla, nýta buss o.s.fr.
Á hvørjum ári verður okkurt varandi tiltak fyri burðardyggari ferðslu. Í 2017 vóru tað súkklustativ. Ferðast Grønt er partur av evropeiska tiltakinum European Mobilityweek.

Fylg Ferðast grønt á Facebook.

Earth hour
Tórshavnar kommuna er við í altjóða átakinum Earth Hour. Í ein tíma sløkkja menniskju kring allan knøttin ljósið fyri at sýna umhvørvinum ans og vísa heimsins politikarum, at vit vilja hava ein enda á tí globalu upphitingini, sum hóttir umhvørvið.

Fylg Earth Hour á Facebook.

Ruddingardagar
Á hvørjum ári fara borgarar í kommununi út at rudda á vári.

Strandarrudding
Norðurlendska átakið ‘Strandarudding’ varpar ljós á dálking fram við sjóvarmálanum. Tórshavnar kommuna var fyrstu ferð við í 2017.

Burturkastið frá Strandaruddingini verður skilt, bólkað og skrásett eftir sama framferðarhátti, sum gjørt verður í øðrum Norðurlondum. Ein samlað frágreiðing um Norðurlensku Strandaruddingina verður givin út á hvørjum ári.