Djór

Kommunan hevur aktingarmann at taka leys djór upp og at týna rottu og vespubýli. Ring til Snarskivuna tlf. 30 20 10 ella boða frá í sjálvgreiðsluni.

Vespubýli
Kommunan bjóðar sakkøna hjálp at taka vespubýli burtur. Kravið er, at tú kanst ávísa eitt býli ella eitt stað, har vespurnar alla tíðina flúgva inn og út. Vanligastu støðini hjá vespunum at gera sær býli eru t.d. undir takúthangi, undir væðingum, í hjøllum og í veggjum millum skins og hold. Eigarin av ognini ella umboð fyri hann eigur at vera á staðnum, meðan týningin verður framd. Vespurnar verða týndar við eiturpulvuri, ið verður sprænt inn í og uttan um býlið.

Í faldaranum Vespur fært tú góð ráð um, hvussu tú finnur vespubýli, og hvussu týnt verður.


Rottur
Aktingarmaðurin hjá kommununi tekur sær av rottutýning. Hevur tú trupulleikar av ella hevur sæð rottu, set teg í samband við Snarskivuna tlf. 30 20 10, sum gevur aktingarmanninum boð.

Hvørt ár eru einar 200 fráboðanir um rottu í Tórshavnar kommunu. Vanliga rottuslagið í Føroyum er brúna rottan. Í faldaranum Rottur fært tú góð ráð um, hvussu tú verjir bústaðin og avmarkar livikorini hjá rottum.



Flogfenaður
Allir borgarar, ið hava flogfenað, skulu skráseta hetta hjá Tórshavnar kommunu í sjálvgreiðsluni. Skrásetingin fatar um navn, bústað, slag og tal á flogfenaði.

Í faldaranum Flogfenahald ber til at lesa um reglugerðir viðvíkjandi øki, fóðring o.ø.


Morsniglar
Morsnigilin eisini nevndur Dreparasnigilin varð fyrstu ferð staðfestur í Føroyum í 1996. Snigilin ger stóran skaða á urtagarðar, tí hann etur allar plantur.

Morsnigilin livir í umleið eitt ár. Sniglar eru tvíkynjað djór og tí verpa allir sniglarnir. Longu sum 5-6 vikur gamal, hevur hann vorpið eini 400 egg, ið verða klakt eftir einum mánaði.

Besti fyribeiningarhátturin er at savna sniglarnar upp í eina spann og stoyta kókandi vatn oman yvir teir. Tá sniglarnir eru deyðir, leggur tú teir í eitt horn í urtagarðinum. Morsnigilin er kannibalur, og deyðu sniglarnir fáa hinar at savnast. Morgunin eftir savnar tú aftur sniglar og stoytir kókandi vatn yvir teir. Ver í handskum, tá tú savnar sniglarnar. Slímið er seigt og kann vera trupult at vaska av aftur.

Kommunan hevur onga týningarskipan til morsniglar.



Leys djór
Eingi djór eiga at ganga leys á almennum økjum í kommununi. Til ber at lesa løgtingslóg um hundar HER.

Leys djór verða tikin upp í samstarvi við løgregluna, ið eisini boðar eigaranum frá. Fráboðanir um leys djór skulu gerast til løgregluna á tel. 35 14 48.

Tá ið eigari kemur eftir upptiknum djóri, fær hann álagt eina bót.

• Kettur, sum ikki hava hálsband, tatovering ella mikrochip, verða avlívaðar beinanvegin.
• Hundar, ið ikki eru heintaðir innan 3 dagar eftir upptøku, verða avlívaðir.
• Seyður, gæs og hønur verða seld á uppboði eftir 8 dagar og ross eftir 14 dagar.

Kommunan hevur kettufellur, sum fólk kunnu læna til at fanga útiløgukettur við.
Kunna teg nærri
Hevur tú trupulleikar av flogfenahaldi, leysgangandi djórum, rottum ella vespubýlum, kanst tú boða frá í sjálvgreiðsluni.
Hundalortar

Fyri at halda býin reinan heitir kommunan á hundaeigarar um at brúka serligan posa til hundalortar. Posarnir verða útflýggjaðir í Snarskivuni og kunnu annars keypast í Miklagarði í SMS.

 

Í Sandágerði, undir Svartafossi og í viðarlundini eru sett upp serlig íløt at koyra brúktu hundaposarnar í. Eisini kann hundaeigarin beina posan burtur heima.