Dagstovnar 0-18 ár

Børnum í Tórshavnar kommunu standa í boði eitt dagstovnatilboð, sum tryggjar teimum ein tryggan, heilsugóðan og mennandi gerandisdag, har trivnaður, viðurkenning og lívsgleði eru grundalag undir at menna sjálvsvirðið, álitið á tilveruna og hugin at læra. Dagstovnarnir í Tórshavnar kommunu virkar eftir Dagstovnalógini.

Dagstovnatilboð við høgari góðsku hava stóran týdning ftru barnsins framtíð og útbúgving. Tí vil kommunan menna sosialu, skapandi og fakligu førleikarnar hjá børnunum og harvið tryggja børnum okkara eina virkna framtíð sum ábyrgdarfullir borgarar í samfelagnum. Kommunan vil veita øllum børnum eitt savnandi námsfrøðiligt tilboð við pláss fyri øllum - sama hvørjar fortreytirnar eru.