Svimjihøllin stongd

Skipað verður fyri FM í svimjing fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin. Vegna tess er svimjihøllin stongd fyri allari almennari svimjing hesar dagar.

Opið er aftur fyri almennari svimjing mánadagin 6. novembur kl.06:45.


Svimjihøllin í Gundadali

Svimjihøllin í Gundadali hevur 4 hyljar. Umframt vanliga svimjihylin, ið er 25x12,5 m, hevur høllin kavingarhyl, barnahyl og ein undirvísingarhyl. Vanligi hylurin, sum lýkur altjóða mát, er útgjørdur við elektroniskum urum til kappsvimjing. Vatnið í størru hyljunum er 26 stig og í teimum smærru 29 stig.

Umklæðingarrúmini eru skipað í konufólka- og mannfólkadeild, sum báðar hava solarium og hitarúm. Í umklæðingarrúmunum eru skáp við lási, har fólk kunnu goyma klæðini, meðan tey svimja.

Svimjihøllin hevur eisini gosbað til 6 fólk. Í høllini er kaffistova, sum er opin, tá almenn svimjing er.

Pláss er fyri uml. 250 fólkum í senn. Tá almenn svimjing er, eru altíð tveir lívbjargarar í høllini.

Havnar Svimjifelag, ÍSB, Tórshavnar Froskmannafelag, skúlar, dagstovnar o.o. brúka svimjihøllina uttan fyri vanligu upplatingartíðirnar.

Svimjihøllin í Gundadali læt upp í 1982 og hevur árliga eini 150.000 vitjandi. Tað svarar til, at hvør borgari í kommununi svimur í meðal 10 ferðir um árið.
Kunning & Upplatingartíðir
Svimjihøllin Gundadalur
telefon 30 20 72
fax 30 20 71

Upplatingartíðir sí svimjihollin.fo