Smábørn

Tvey ára gamalt kemur barnið fyrstu ferð í tannlæknastólin - um tað vil. Tannlæknin kannar tenninar og tosar við foreldrini um røkt. Endamálið við vitjanini er at leiðbeina foreldrini í at fyribyrgja holum, og at barnið skal kenna seg trygt hjá tannlæknanum.

Síðani verður barnið kallað inn eftir tørvi - tó í minsta lagi eina ferð um árið.