Skúlabørn

Skúlabørn verða kannað regluliga og eftir tørvi í minsta lagi eina ferð um árið. Heimið fær boð, tá ið næmingurin skal møta.


Næmingar frá 1. - 5. flokki fáa skriv heim við, har sagt verður frá, hvussu støðan er, tá ið tey hava verið til kanningar.
Børnini fáa frálæru í tannbusting og skulu tí hava tannbust við hvørja ferð, tey koma til tannlækna. Starvsfólk á tannlæknastovuni koma javnan út á skúlarnar at geva frálæru í tannrøkt.

Tannrætting

Sertannlækni í tannrætting kannar øll børnini í 5. flokki. Í hesum sambandi verður stór røntgenmynd tikin. Sertannlæknin metir, um tennirnar skulu verða rættaðar, og nær viðgerðin verður sett í verk. Tannrættingin er ókeypis.
Tannskaðar
Barnatannrøktin viðger ókeypis allar tannskaða, til børnini fara úr 9. flokki. Í summum førum er neyðugt at bíða við at viðgera skaða til 20 árs aldur ella seinni. Tað er tí umráðandi at hava eina trygging, ið fatar um tannskaða. Tannlæknin hjálpir at fylla út skjølini.