Tá ið tú fyllir 18 ár

Børnini og tey ungu fáa tilboð um fría tannrøkt til 17 ára aldur. Barnatannrøktin bjóðar sær at hjálpa barninum, tá ið tað skal skifta til privatan tannlækna.

Tannrøktin sendir eitt skriv heim við einum yvirliti yvir allar virkandi tannlæknar í Føroyum. Burtur úr hesum kann barnið saman við foreldrunum velja privatan tannlækna.

Barnatannrøktin sendir síðani tannlæknanum tilfar, ið kann vera hent hjá honum at hava saman við seinastu røntgenmyndunum av tonnunum hjá barninum.

Barnatannrøktin arbeiðir fyri:

At børnini varðveita sterkar og frískar tenn alt lívið

At børnini kenna seg trygg hjá tannlækna

At børnini kunnu taka ábyrgdina av egnari tannheilsu