Frítíðarskúlar

Børn í forskúla, 1. og 2. flokki hava møguleika at fara í frítíðarskúla. Miðað verður eftir, at børn í sama flokki koma í sama frítíðarskúla.

Frítíðarskúlin er lagaður eftir tímatalvuni hjá flokkunum. Vanliga fara børnini fyrst í skúla og síðani í frítíðarskúla, men í teimum førum, tá skúlagongdin byrjar seinni út á fyrrapartin, fara børnini fyrst í frítíðarskúla og síðani í skúla. Eftir skúlatíð hava tey møguleika at fara aftur í frítíðarskúla.

Tá barnið verður innskrivað í 1. flokk, ber til at melda til frítíðarskúla samstundis. Í sambandi við frítíðarskúlan í 2. flokki skalt tú boða frítíðarskúlanum ella Snarskivuni frá. Børn í forskúla skulu melda til frítíðarskúla í Snarskivuni.

Umsóknarblað til frítíðarskúlan finnur tú her á síðuni og í Snarskivuni.