At velja skúla

Roynt verður altíð at lata barnið sleppa í skúla so nær heiminum sum gjørligt. Men búgva stórir árgangir av børnum nærhendis einum ávísum skúla, kann verða neyðugt at flyta næmingar í annan skúla enn tann, sum er næstur heiminum.

Mentamáladeildin roynir at hava fyrilit fyri ynskjum hjá foreldrum um ávísan skúla, men er stór tilgongd til tann skúlan, er ikki vist, at umbønin verður eftirlíkað.

Foreldur at børnum, ið flyta til Tórshavnar kommunu í einum skúlaári, skulu útfylla umsóknarblað undir sjálvavgreiðsla á torshavn.fo. Eru spurningar viðvíkjandi plássi í skúla er møguligt at ringja til Tórshavnar kommunu, Katrin Ellingsgaard, tlf. 302010. Eisini ber til at seta seg í samband við skúlans leiðslu at vita, um pláss er í ávísa skúlanum.