Skúlar

Her eru upplýsingar at fáa um fólkaskúlarnar í Tórshavnar kommunu. Kommunan leggur nógv fyri at veita borgarunum so góða tænastu á skúlaøkinum sum gjørligt.

Seinastu árini eru bygdir tveir stásiligar skúlar í Tórshavnar kommunu. Skúlin við Løgmannabreyt og Skúlin á Argjahamri eru nýmótans skúlar við kørmum á altjóða stigi og fyrstafloks undirvísing. Aftrat hesum eru fleiri aðrir dygdargóðir skúlar. Arbeitt verður við at byggja Skúlan á Fløtum. Fyrsta byggistig verður liðugt í 2018.

Kunna teg nærri
Hevur tú spurningar um fólkaskúlarnar í kommununi, kanst tú ringja til Katrina Ellingsgaard tel 302010 ella 281123
Innskriving í forskúla, 1. flokk og frítíðarskúla

Innskriving í 1. flokk og forskúla er í januar. Frá fyrst í mánaðinum og í uml. tríggjar vikur 
Lýst verður um hetta á torhavn.fo og í fjølmiðlunum.

í 2017 var innskriving frá fyrst í januar til 19. januar.