Eysturskúlin 

Eysturskúlin varð vígdur í august 1980. Skúlin varð bygdur í tveimum byggistigum. Fyrsta byggistigið, A-bygningurin, sum er ovasti parturin í skúlanum, var liðugur 18. august í 1974. Tá vóru 10 skúlastovur, og var hetta Eysturskúlin, til alt stóð liðugt í 1980.

Skúlin er næstan 6.000 fermetrar. Skúlin er ikki bygdur í fleiri hæddum, men mestsum í einari hædd, og er tí vítt um at fara.

Í skúlanum eru allar fakstovur. Skúlin hevur eisini svimjihyl, og hann verður nógv brúktur, bæði í skúlatíð og um kvøldið. Hylurin er sum vanligu skúlahyljarnir, 17 metrar langur. Skúlin er væl fyri til ítrótt. Ein vanlig fimleikahøll er í skúlanum og í 1993 varð skúlahøllin umbygd til ítrótt, serliga flogbólt. Vit hava eisini ein graslíkisvøll, sum bæði verður nýttur til undirvísing og í fríkorterum.

Allir næmingarnir í 10.flokki í Tórshavnar kommunu eru í Nám X í Eysturskúlanum.

Í skúlanum ganga næmingar úr 1. - 10. fl.
 
Skúlin er skipaður í sjálvstøðug toymir, innskúling, miðdeild, framhaldsdeild og Nám X. Meginreglan er, at lærari arbeiðir í einum toymi burturav. Skúlin leggur stóran dent á, at lærarar undirvísa í sínum linjulærugreinum.

Innskúlingin í Eysturskúlanum – t.v.s. 1., 2., og 3. flokkur - er skipað soleiðis, at næmingarnir ikki verða býttir í flokkar.Næmingatalið í 1. og 2. flokki er avgerandi fyri, hvussu nógvir lærarar undirvísa samstundis í sama flokki. Er næmingatalið í 3. flokki hægri enn 26, hava altíð 2 lærarar flokkin samstundis.


Kunna teg nærri
Eysturskúlin
Postboks 3178
Tórgarðsgøta 27
110  Tórshavn

Tel. 302540

T-postur: eys@skulin.fo
Netsíða:
eysturskulin.fo