Hoyvíkar skúli

Skúlin varð vígdur á heysti í 1977. Síðan tá eru nógv sethús bygd í Hoyvíkshaganum, og skúlin var tí vaksin í 1993. Tá var skúlin næstan tvífaldaður og hevur nú allar fakstovur og fimleikahøll. Skúlin er eyðkendur við eini stórari glaspyramidu upp úr takinum. Hon ger, at skúlin er ljósur og hugnaligur at koma inn í. 
 
Í skúlanum ganga næmingar úr 1. upp í 9. flokk. 1. og 2. árgangur eru ikki býttir sundur í flokkar, men tað eru hinir árgangirnir.

Kunna teg nærri
Hoyví­kar skúli
Vegurin Langi 21
188 Hoyvík

Tel. 302590

T-postur: hoy@skulin.fo
Netsíða: http://hoy.fo