skúlar

12 fólkaskúlar eru í Tórshavnar kommunu. Allir eru kommunalir uttan tveir, og tað eru Frískúlin í Havn og Lítliskúli.

Stórar út-, um- og nýbyggingar eru gjørdar í fleiri skúlum í kommununi seinastu árini, t.d. í Kollafjarðar skúla, Kommunuskúlanum, Hoyvíkar skúla og í skúlanum í Kaldbak. Haraftrat er Eysturskúlin høvuðsumvældur.

Skúlin við Løgmannabreyt bleiv tikin í nýtslu í 2008, og Skúlin á Argjahamri varð tikin í nýtslu í august 2011. Báðir skúlarnir eru tvísporaðir við næmingum úr 1. - 9. fl. Nýggi smábarnaskúlin hjá Sankta Frans skúla varð tikin í nýtslu í august 2011. Skúlin er tvísporaður við næmingum í forskúla og 1.fl.

Arbeitt verður við at byggja Skúlan á Fløtum, sum verður staðsettur beint við nýggja miðnámsskúlan í Marknagili. Skúlin á Fløtum verður trýsporðaður frá forskúla til 7. flokk og fimmsporaður í 8. og 9. flokki.

Tíðarætlanin fyri nýggja skúlan er løgd soleiðis, at fyrsti partur verður liðugur í 2018, næsti í 2019 og triðji í 2020.

Land og kommuna hava í felag ábyrgdina av fólkaskúlanum. Landið rindar læraralønirnar, og kommunan rindar bygningarnar og rakstur av teimum, undirvísingartilfar og lønir til umsiting.

Leiðreglur
Til ber at lesa leiðreglurnar, tá ið skúlabygningar í Tórshavnar kommunu verða nýttir HER

Til ber at lesa leiðreglur, tá ið gestanæmingar verða upptiknir HER