Kaldbaks skúli

Skúli kom í Kaldbak í 1911. Hetta var ein ógvuliga lítil skúli, bara ein stova. Skúlin var at kalla óbroyttur fram til 1970, tá ið bygt varð afturat. Broyting kom í, tá ið vegurin kom í 1982. Bygdin fór at vaksa, og í 1976 løgdu Tórshavnar kommuna og Kaldbaks kommuna saman. Eftir samanleggingina varð skúlin bygdur út. Ein lon varð bygd afturat, og skúlin er nú bygdur í hestaskógv. Í skúlanum eru tvær skúlastovur, og lærarastova. Hesi bygging skipaði Tórshavnar kommuna sjálv fyri. Skúlin varð aftur bygdur út í 2003, og síðani hava verið tríggjar skúlastovur í Kaldbaks skúla.
 
Í skúlanum er eingin fimleikahøll, men næmingarnir í eldra flokkinum fara til Havnar at svimja o.a. Næmingatalið hevur verið ójavnt hesi árini, skúli hevur verið í Kaldbak. Tá ið støðin í Mjørkadali varð bygd í 1960 árunum, gingu 33 børn í Kaldbaks skúla okkurt skifti. Hetta vóru børn hjá handverkarum og eisini donsk børn. Tey nógvu fóru, tá ið hetta arbeiðið var liðugt, og næmingatalið kom heilt niður í 8. 
 
Í Kaldbaks skúla ganga næmingar úr 1. upp í 7. flokk. Skúlin er trýsporaður. Næmingarnir í Kaldbaks skúla fara vanliga í framhaldsdeildina í Eysturskúlanum.

Kunna teg nærri
Kaldbaks skúli
Krossgøtu 13
180 Kaldbak

Tel: 302520

T-postur: signy.alexia.hermansen@skulin.fo

Skúlaleiðari: 
Signy A. Hermansen

Skúlastýrið
Foreldraumboð      
Janus Vang
Anita Johannesen
Gudny D. Rasmusssen

Starvsfólkaumboð
Rudolf Joensen

Kommunustýrisumboð
Jákup Dam
Halla Samuelsen

Skrivari
Signy A. Hermansen