Kollafjarðar skúli

Skúlin í Kollafirði varð tikin í nýtslu í 1970. Í 1980 varð skúlin útbygdur og á fyrsta sinni var Kollafjarðar skúli ein 7-flokkaður skúli við ongum samanløgdum árgangum. Aftrat komu nakrar serstovur: skúlakøkur, smíðstova, handarbeiðsstova,ið eisini var floksstova, stova til serundirvísing og ein vanlig skúlastova.

Í 1984 varð svimjihøllin tikin í nýtslu, ið umframt almenna svimjing, eisini verður nýtt í undirvísing skúlans.

Í 2005 hevði skúlin á fyrsta sinni 8. flokk, og sama ár í desembur varð flutt inn í ein um- og útbygdan skúla. Hølini, ið komu aftrat vóru hesi: 3 floksstovur, høli til evning, handarbeiði og alisfrøði, bókasavn við telduøki og arbeiðsrúm til lærarar skúlans.

Skúlin hevur eisini atgongd til nýggja ítróttarhøll, ið er bygd beint oman fyri skúlan.

Í juni 2007 fær fyrsti 9. flokkur í Kollafjarðar skúla fráfaringarprógv.

Kollafjarðar skúli er ein eitt-sporaður skúli við 9. árgangum.
Í skúlanum arbeiða tey í 3 deildum við einum læraratoymi í hvørjari deild. Býtt er soleiðis: 1.-3. flokkur, 4.-6. flokkur og 7.-9. flokkur.

Kunna teg nærri
Kollafjarðar skúli
Botnavegur 2
FO-410 Kollafjørður

Tlf. 302550

T-postur: kol@kol.fo
Netsíða: kol.fo