Sankta Frans skúli

Sankta Frans skúli, ella Nunnuskúlin, sum skúlin vanliga verður kallaður, er elsti skúli, sum nú verður brúktur í Havnini.

Franciskanarasystrarnar, sum vóru komnar til Føroya í 1931, keyptu øki niðan fyri viðarlundina, og árið eftir fóru tær at byggja. Skúlin er vígdur 8. desember 1933 og tikin í nýtslu á nýggjárinum 1934. Arkitekturin H.C.W. Tórgarð teknaði, og var hetta ógvuliga stór bygging tá í tíðini: kirkja og kleystur, skúli og barnagarður.

Fram til 1952 var Sankta Frans skúli privatskúli og fekk ongan almennan stuðul. Fíggjarliga gekk tí ógvuliga tungt, men gávur, skúlapeningur frá næmingunum og ólavsøkubasarurin vóru fíggjarliga grundarlagið.

Í 1952 kom nýggj skipan í gildi, sum veitti Sankta Frans skúla 85% av læraralønunum í stuðli. Nú lá betur fyri fíggjarliga og skúlin varð vaksin. Í 1961 varð nýggj fimleikahøll bygd og í 1974 varð skúlagarðurin omanfyri nógv vaksin.

Í 1980 fluttu nunnurnar í nýggja kleystrið oman fyri skúlan. Nýggj kirkja er eisini bygd oman fyri skúlan, og gamla kirkjan verður nú brúkt til samkomuhøll í skúlanum. Býráðið tók yvir Sankta Frans skúla 1. apríl 1985, men skúlin varð tó í 10 ár rikin eins og áður. Hetta var avtalan við nunnurnar.

Í august 2011 varð nýggi smábarnaskúlin hjá Sankta Frans tikin í nýtslu. Skúlin er tvísporaður við næmingum í forskúla og 1. flokki. Frítíðarskúlin hjá forskúlanum er eisini í skúlanum.

Skúlin er tvísporðaður við næmingum úr forskúla til og við 7. flokki.
Nú skúlin er fult yvirtikin, eru gomlu upptøkutreytirnar søga, og skúlin er undir somu treytum sum hinir skúlarnir í kommununi. Skúlaárið 2014/15 ganga 275 næmingar í tilsamans 13 flokkum í Sankta Frans skúla, 1.-7. flokk. Lærararnir eru 24 umframt 4 stuðlar.

Í forskúlanum eru 45 børn í tveimum flokkum, og har starvast 4 forskúlalærarar.

Samband
Sankta Frans skúli
Varðagøtu 10
100 Tórshavn
Tel. 302530
Faks: 302531
Teldupostur: fra@skulin.fo
Heimasíða:www.sfs.fo

Skúlastjóri

Selmar Jacobsen

Varaskúlastjóri

Jóhan Stenberg

Húsavørður
Poul Hans Justinussen, tel. 226315
Magnus Petersen tel. 210880

Skrivari
Ingunn Absalonsen tel. 282530

Skrivstovutíð

Mán.-frí. kl. 08.00 - 12.00

Lærarastovan
tel. 302534

Heilsufrøðingur

tel. 302535
Skúlastýrið
Foreldraumboð  
Katrin Dagbjartsdóttir, forkvinna
Frank Jacobsen, næstformaður
Jan Mølvad Laursen

Starvsfólkaumboð
Ragnar Simonsen

Kommunustýrisumboð
Bjørghild Djurhuus
Bogi Andreasen

Skúlaleiðari
Selmar Jacobsen, skrivari