skúlin á fløtum

(Fyrrverandi Kommunuskúlin og Venjingarskúlin)

1. januar 2015 vóru Venjingarskúlin og Tórshavnar Kommunuskúli lagdir saman í ein skúla, hesin skúlin fer at flyta inn í nýggja skúlan, sum skal byggjast úti á Fløtum. Navnið á skúlanum er Skúlin á Fløtum og stendur eftir ætlan liðugur í 2020. Fyrsta byggistig verður liðugt í 2018.

Samanlagdi skúlin húsast í fylgjandi seks eindum: í Kongagøtu (garðinum hjá Frk. Cohr), í Fríðrik Petersens gøtu, við Landavegin, á Frælsinum/Handan Á, á Argjavegi og í Gundadali.

Skúlin á Fløtum verður trýsporðaður frá 1.-7. fl. og fimmsporaður í 8. og 9. fl. Í januar 2015 var fyrstu ferð, at næmingar vórðu skrivaðir inn í samanlagda skúlan, og skúlaárið 2015/2016 verða tríggir 1. flokkar í skúlanum.

Í skúlanum ganga næmingar úr 1. upp í 9. flokk.


 


Kunna teg nærri
Skúlin á Fløtum
Postboks 59
110 Tórshavn

Tel. 302345

T-postur: saf@skulin.fo
Netsíða: saf.fo