Heimloysi

Á herberginum hjá Frelsunarherinum kunnu fólk gista, ið ongan fastan bústað hava. Herbergið er opið allar nætur frá kl. 21-09, umframt frá kl. 14-15.30, har høvi er at fáa døgurða, bað o.a.

Frelsunarhersins Herbergi
Dalavegur 1
100 Tórshavn
Tel. 31 73 93

Blákrosskaféin í Kongagøtu (við síðuna av Blákrossbúðini) er eisini eitt stað hjá heimleysum at vera um dagarnar. Kaffistovan er opin hvønn dag kl. 14-22, sunnudagar undantikið.