Vinnustykki

Stórur áhugi er fyri vinnustykkjum í Tórshavnar kommunu. Tí stykkjar kommunan støðugt út nýggj vinnustykki, ið virkir kunnu keypa frá kommununi. Tú sært yvirlit yvir tøkar ognir HER.

Til ber at standa skrásett/-ur til fleiri vinnustykki, men tá skal umsókn latast inn fyri hvørt vinnustykki sær.

Er umsøkjari ikki byrjaður at byggja á tillutaðum vinnustykki 1 ár eftir, at fyribilsskeytið er undirskrivað, matrikulering framd ella byggibúningin er liðug, kann kommunan krevja vinnustykkið aftur við at rinda sama prís fyri vinnustykkið, sum umsøkjarin rindaði fyri tað.

Yvirlit yvir byggisamtyktir í Tórshavnar kommunu sæst HER
Reglugerð
Tú kanst lesa um reglur fyri upptøku og viðgerð av umsókn um vinnustykki HER.