Alment innlit

Allir borgarar hava rætt til alment innlit í fyrisitingina. Tað tryggjar lógin um alment innlit.

Lógin fevnir um alla almennu fyrisitingina, t.v.s. bæði hjá landinum og kommununum. Rætturin til alment innlit fevnir um øll skjøl í einum máli, eisini kort, tekningar og journalyvirlit. Er umsøkjarin partur í málinum, hevur hann víðari heimildir til innlit.

Tórshavnar kommuna vil hava fullan opinleika og gjøgnumskygni í umsitingini og gevur sum meginregla borgarunum innlit í øll skjøl. Tó kann kommunan ikki geva innlit í upplýsingar viðvíkjandi privatu ella fíggjarligu viðurskiftunum hjá einum persóni, ávís innanhýsis skjøl og tilfar, ið er fevnt av tagnarskyldu.

Vilt tú hava innlit í eitt mál, skalt tú seta teg í samband við Snarskivuna tel. 30 20 10, sum gevur nærri leiðbeining.

Faldari um alment innlit
Kommunan hevur gjørt eitt smárit um alment innlit. Her kanst tú fáa vegleiðing um, hvussu tú biður um alment innlit, hvørji skjøl eru undantikin innliti og hvørjir kærumøguleikar eru.

Alment innlit_Smárit.pdf