Vina- og samstarvsbýir

Tórshavnar kommuna hevur tveir norðurlendskar vinabýir, og ein norðurlendskan og ein skotskan samstarvsbý. Umframt er Tórshavnar kommuna við í norðurlendska høvuðsstaðarsamstarvinum.

Vinabýir kommununnar eru Nuuk í Grønlandi og Reykjavík í Íslandi. Hetta vinabýarsamstarv fatar serliga um vinnulív og mentan. At menna hetta samstarv er settur á stovn Grunnurin Nuuk-Reykjavík-Tórshavn.

Tórshavn hevur tveir samstarvsbýir, sum eru Stavanger í Noreg og Aberdeen í Skotlandi. Hetta samstarvið fatar somuleiðis serliga um vinnulív og mentan. Stovnaður er Grunnurin Aberdeen-Tórshavn, hvørs endamál er at fremja samstarv og fatan býanna millum.

Tórshavnar kommuna er eisini við í  norðurlendska høvuðsstaðarsamstarvinum, sum umfatar høvuðsstaðirnar Nuuk, Reykjavík, København, Oslo, Stockholm, Mariehamn og Helsinki. Regluliga verða ráðstevnur hildnar, har viðurskifti, sum býirnir hava til felags og samstarva um, verða viðgjørd.