Kommunusamskipan Føroya
Tórshavnar kommuna er limur í KSF, sum er ein tvørkommunalur felagsskapur. Endamálið hjá KSF er at virka fyri felags áhugamálum og størri kommunalum sjálvræði. KSF samskipar, fyrireikar og ráðgeva limakommununum í málum av felags áhuga. Dømi uppá slík mál kunnu t.d. vera: býti av uppgávunum millum land og kommunur, umboðan mótvegis landsmyndugleikum v.m.
Stýrið
Tá talan ikki er um mál, sum skulu viðgerast á aðalfundi, er ovasta leiðsla felagsins eitt stýri við í mesta lagi 9 limum, sum er sett saman fyri 4 ár í senn. Heðin Mortensen, borgarstjóri, er formaður í stýrinum.
Starvsbólkur
Í starvsbólkinum sita kommunuskrivararnir í limakommununum og er tað Jens Marius Poulsen, kommunustjóri í Tórshavnar kommunu, sum er starvsbólkaformaður.
|