Tórshavnar havn

Tórshavnar havn umsitur øll havnaløgini í Tórshavnar kommunu. Tað er alt frá farmahavnini í Tórshavn til bátaplássini á bygdunum í Tórshavnar kommunu.  Árliga koma og fara 3.400 skip um Tórshavnar havn, og. 680.000 tons fara um bryggjukantin.

Havnirnar
Í høvuðsheitum ber til at siga, at virksemið á havnaøkjunum í allari kommununi er farma- og ferðafólkaflutningur innan- og uttanlands, upp- og avskipan, umvælingar, proviantering og bunkring. Stutt sagt alt, sum hevur við sjóvinnu at gera.

Umskipan
Árliga nýta nógv útlensk skip Nólsoyarfjørð, Kollafjørð og Sund sum umskipingarhavn. Í Kollafirði verður frystur fiskur lagdur á goymslu til víðari flutning. Hesi skip fáa umvælingar gjørdar í landi, eins og tey proviantera og skifta manning.

Kunna teg nærri
Tórshavnar Havn
Eystara bryggja
P.O. Box 103
110 Torshavn
Tel. 311762
Fax 319059
Teldupost port@torshavn.fo

Netsíða: portoftorshavn.com
Søk um bátapláss
Tú kanst søkja um bátapláss á síðuni hjá Tórshavnar havn. Umsóknarblaðið og onnur kunning er at finna HER.