Sløkkiliðið

Sløkkiliðið veitir hjálp í sambandi við eld, ferðsluóhapp, oljudálking, húsaskaðar og druknivanlukkur.

Fráboðan um eldsbruna ella hjálp skal gerast á tlf. 112. Tann, sum ringir, eigur at upplýsa, hvør hann er, hvaðani hann ringir, hvar eldurin ella vanlukkan er og hvørjari hjálp, tørvur er á.

Sløkkiliðið skipar eisini fyri frálæru í eldsløkking og fyribyrging av eldi. Skúlar og aðrir bólkar kunnu spyrja seg fyri á støðini.


Samband
Brandstøðin
Oyggjarvegur 2
100 Tórshavn
Tlf. 30 21 00
Faks 30 21 01