Barnafrádráttur

Fyri hvørt barnið undir 18 ár, ið tú hevur foreldramyndugleika yvir, verður latin ein frádráttur í lands- og kommunuskattinum.

Í kommunuskatti er frádrátturin ymiskur, alt eftir hvørjari kommunu tú býrt í. Barnafrádrátturin í Tórshavnar kommunu er kr. 8.000  í 2013. Hetta er millum hægstu barnafrádráttir í landinum.

Foreldur, ið eru gift, kunnu velja, hvør teirra skal hava frádráttin. Eru foreldrini ikki gift, fær mamman barnafrádráttin.