Býráðið

Býráðið í Tórshavnar kommunu hevur 13 limir, ið verða valdir eftir reglunum í kommunulógini. Býráðið ger av, nær og hvar regluligir býráðsfundir skulu vera. Hetta verður kunngjørt fyrst í hvørjum álmanakkaári.

Vanliga hevur býráðið almennan fund eina ferð um mánaðin.

Býráðslimirnir í Tórshavnar kommunu eru borgaravald umboð. Øll eru stillað upp í politiskum flokkum. Limirnir skipa seg í ein meiriluta og ein minniluta, har meirilutin er at líkna við samgonguna í landspolitikki.

Tey, sum skipa meiriluta, undirskriva eitt samgonguskjal, har ætlanirnar hjá meirilutanum fyri valskeiðið verða settar út í kortið. Í Tórshavnar kommunu er ikki vanligt at almannakunngera sjálvt samgonguskjalið, men samgongan, sum tók við 1. januar 2017 broytti hesa mannagongd.

Eisini velur býráðið ein 1. og ein 2. varaborgarstjóra og mannar síðani tær føstu nevndirnar: Fíggjarnevndina, Teknisku nevnd, Mentamálanevndina, Trivnaðarnevndina, Vinnunevndina, Náttúru- og umhvørvisnevndina, Byggi- og býarskipanarnevndina og Økisnevndina. Limirnir í føstu nevndunum skulu vera býráðslimir.

   

Samgonguskjalið
Samgonguskjalið fyri 2017-2020 ber til at lesa HER