Samstarv

Býráðslimirnir í Tórshavnar kommunu eru borgaravald umboð. Øll eru stillað upp í politiskum flokkum.

Limirnir skipa seg í ein meiriluta og ein minniluta, har meirilutin er at líkna við samgonguna í landspolitikki. Siðvenjan við meiriluta og minniluta hevur verið í kommununi í fleiri áratíggju.

Tey, sum skipa meiriluta, undirskriva eitt samgonguskjal, har ætlanirnar hjá meirilutanum fyri valskeiðið verða settar út í kortið. Í Tórshavnar kommunu er ikki vanligt at almannakunngera sjálvt samgonguskjalið, men samgongan, sum tók við 1. januar 2017 broytti hesa mannagongd. Samgonguskjalið er nú alment og kann lesast HER.

Nývalda býráðið velur ein borgarstjóra fyri alt valskeiðið. Starvið sum borgarstjóri er fulltíðarstarv.

Eisini velur býráðið ein 1. og ein 2. varaborgarstjóra og mannar síðani tær føstu nevndirnar: Fíggjarnevndina, Teknisku nevnd, Mentamálanevndina, Trivnaðarnevndina, Vinnunevndina, Náttúru- og umhvørvisnevndina, Byggi- og býarskipanarnevndina og Økisnevndina.

Limirnir í føstu nevndunum skulu vera býráðslimir.