Skattur

Í 2017 er skattaprosentið í Tórshavnar kommunu 19,00%. Hetta er nærum tvey prosent lægri enn miðal skattaprosentið í føroyskum kommunum.

Býráðið ásetir skattaprosentið í kommununi á hvørjum ári, tá ið fíggjarætlanin verður viðgjørd. Skattainntøkan verður brúkt til tær tænastur, kommunan veitir borgarum sínum. 

TAKS varðar av skattaálíkningini, bæði viðvíkjandi kommunuskatti, landsskatti, kirkjuskatti o.ø. Tað er eisini TAKS, sum krevur skattin inn.
Kunning/Spurningar

TAKS
Skálatrøð 20
110 Tórshavn
Tel 35 26 00
T-postur: taks@taks.fo
Netasíða: taks.fo