Skattalisti

Tú hevur rætt at síggja skattskyldugu inntøkuna hjá øllum skattgjaldarum í Tórshavnar kommunu.

Hvørt ár eftir 1. november verður ein listi yvir skattskyldugu inntøkuna hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara í kommununi - bæði einstaklingum og fyritøkum - lagdur fram til alment eftirlit.

Skattalistin liggur frammi í Snarskivuni í 11 dagar.

Heldur tú, at skattaálíkningin hjá tær ella øðrum skattgjaldara ikki er bein, hevur tú møguleika at kæra um hetta til økisskrivstovuna.