Barnatannrøktin

Barnatannrøktin bjóðar øllum børnum og ungum frá 0 til 16 ár í Tórshavnar kommunu alla neyðuga tannrøkt. Tilboðið fevnir bæði um vanligt eftirlit og viðgerð, men eisini tannrætting og skaðar.

Tænastan er ókeypis. Tannrøktin leggur stóran dent á fyribyrgjandi arbeiði. Frá tvey ára aldri verður barnið regluliga innkallað til kanningar. Miðhæddin í tannlæknastovuni í Tórsgøtu er innrættað til koyristólar.

Tannrætting
Sertannlækni í tannrætting kannar øll børnini í 5. flokki. Í hesum sambandi verður stór røntgenmynd tikin. Myndin vísir, um tenn og andlit búnast, sum tey eiga. Sertannlæknin metir um, um tenninar skulu rættast, og nær viðgerðin skal byrja. Tannrættingin er ókeypis, men treytað av, at tenninar verða væl røktar. Umleið fjórða hvørjum barni tørvar tannrætting.

Tannskaðar
Barnatannrøktin viðger ókeypis allan tannskaða, til tey ungu fylla 16 ár. Í summum førum er neyðugt at bíða endaliga at viðgera skaða til 20 ára aldur ella seinni.

Tað er tí umráðandi, at hava eina trygging, ið umfatar tannskaða. Skaðin skal verða fráboðaður tryggingini beinanveg. Tannlæknin hjálpir at fylla út skjølini.

Børn frá 0 ár til 16 ár
Smábørn upp til 6 ár
Skúlabørn
16 ár, hvat hendir so?
Barnatannrøktin arbeiðir fyri :

At børnini varðveita sterkar og frískar tenn alt lívið


At børnini kenna seg trygg hjá tannlækna


børnini kunnu taka ábyrgdina av egnari tannheilsu
Átroðkandi viðgerð
Tørvar bráðfeingishjálp eftir vanliga arbeiðstíð, kunnu tit ringja til tlf. 302525, har fáa tit gjøllari boð.

Tannlæknastjóri: Sigrid Arge
Sertannlækni: Halldis á Grønastøð

Hava tit okkurt at spyrja um viðvíkjandi tænastuni hjá barnatannrøktini, eru tit vælkomin at tosa við okkum.
Mentanarnáttin - 7. juni
Samband
Barnatannrøktin
Tórsgøta 23, 100 Tórshavn
Tlf. 302525
Teldupostur tann@torshavn.fo
Upplatingartíðir:
Mánadag-fríggjadag kl. 8-15

Kollafjarðar Tannlæknastova
Kollfjarðarskúla,
Við Sjógv
410 Kollafjørður
Tlf. 302556
Upplatingartíðir:
Mánadag-mikudag kl. 8-15

Tannrættingarstovan
Á skúlanum við Løgmannabreyt
Karlamagnussarbreyt 47
Postboks 3174
188 Hoyvík
tlf. 302424

Upplatingartíðir:
Mánadag til hósdag kl. 8-15

Tannlæknastovan á skúlanum á Argjahamri
Glyvursvegur 44,
160 Argir
Upplatingartíðir:
Mikudag frá kl. 8-15