Garðskylda

Tá ið kommunan stykkjar út, standa treytirnar fyri garðskyldu sum oftast í skeytinum.

Er talan um privata útstykking, stendur tað sum oftast ikki, men tað kemur fyri.

Dømi um vanliga garðskyldu:

  • Full garðskylda: er móti almennum/kommunalum vegi, gøtum og frílendi
  • Er einki annað tilskilað í skeytinum, er felags garðskylda: millum grannar, t.v.s. at grannar skulu í felag finna útav, hvussu garður teirra millum skal vera, hvørt tað til dømis skal vera træverk, rimaverk, betongarður, stakitt ella einki.