tilfar til umsókn um byggiloyvi

Sum fylgiskjøl við umsóknini til byggiloyvi skulu í minsta lagi vera hjálagdar hesar tekningar og upplýsingar:

Alment:
- Avrit av skeyti við ásetingum og møguligum servituttum.
- Á øllum tekningum skal verða tekningshøvd við upplýsingum um, hvør hevur teknað við dagfesting.
- Tekningar skulu verða í vanligum mátlutfalli; tað er 1:5, 1:10, 1:20, 1:50, 1:100, 1:200, 1:500, 1:1000 ella annað mátilutfall, sum byggimyndugleikin kann góðtaka.
- Tekningar skulu hava øll neyðug mát og í minsta lagi høvuðsmát.
- Tilfarslýsing skal verða, og kann hetta til dømis verða á skurðum og sertekningum.
- Har orkukarmur er ásettur, skal orkutørvurin verða roknaður út við forritinum Be 10, sum er partur av “SBi-anvisning 213, Bygningers energibehov”.
- Upplýsast skal um, hvørt verkætlanin stríðir móti ásetingunum í byggilógini, byggikunngerðini, byggisamtyktum, servituttum ella øðrum galdandi krøvum til byggingina. Um so er, skal umsóknin fevna um grundaða umsókn um frávik frá ásetingunum.

Nærri upplýsingar fáast niðanfyri
Størri bygningar:
Sethús:
Umbygging, viðlíkahald og útskifting
Broytt nýtsla og afturatbyggingar:
Óupphitaðir bygningar s.s. Bilhús/bilskýli, úthús, skúrur, leysir hjallur og garðsstova:
Svalar/hátún:
Smáttur á urtagarðsøki/trøð:
Bingjur, fyribils skúrar og byggipallar á almennum vegi/gongubreyt:
Útskiftan av rottanga:
Útskiftan av oljutanga:
Jarðhiti:
Heitir pottar:
Parkeringspláss:
Transformarahús:
Antennumastrar:
Vindmyllur:
Skeltir:
SEV- Tele- og felagsantennuskáp:
Garðar:
Umsóknarbløð
Faldarar