Útstykkingar á privatum økjum

Vanligar treytir galdandi fyri at stykkja út byggigrund burtur av økjum í privatum hondum í Tórshavnar kommunu.

1. Útstykkjarin (eigarin og seinri eigarar) átekur sær at gera og halda í góðum standi allar vegir, kloakkir og vatnleiðingar, sum krevjast sambært útstykkingarplanin.

2. Vegøkini mugu ikki verða stongd fyri almennari ferðslu uttan loyvi frá kommununi.

3. Har býarplanur og byggisamtykt er galdandi, skal øll bygging fara fram sambært býarplaninum.

Har býarplanur ikki er galdandi, skal bygging fara fram eftir útstykkingarplani, ið skal góðkennast av býráðnum og annars eftir teim av kommununi góðkendu byggitreytum.

4. Allir vegir, kloakkir og vatnleiðingar skulu gerast eftir projekti, sum , áðrenn farið verður undir arbeiðið, skal góðkennast av býráðnum, sum eisini skal hava eftirlit við arbeiðnum og góðkenna tað, tá ið tað er liðugt.

5. Einki byggiloyvi vil verða givið á nøkrum av teim útstykkjaðu grundstykkjunum fyrr enn treytirnar fyri góðkennan av útstykkingarplaninum eru uppfyltar sbr. tó gr.7.

6. Kommunan átekur sær ongar skyldur viðvíkjandi nýgerð av vegum, kloakkum og vatnleiðingum ella broytingum hesum viðvíkjandi, sum møguliga standast av hesi útstykking.

7. Har sum grundstykkir eru byggibúgvin (vegur, vatn og kloakk) uttan at treytirnar fyri samlaðu útstykkingina eru uppfyltar kann byggiloyvi verða givið treytað av, at ein peninganøgd, sum lutfalsliga svarar til kostnaðin av at gera vegir, kloakkir og vatnleiðingar, ið kravt er sambært útstykkingartreytirnar omanfyri, verður inngoldin á bundna konto í einum peningastovni í Tórshavn, ella at onnur einsgóð trygd t. d. pantirætt í føstum eigindómi verður veitt.

Býarverkfrøðingurin roknar út og tekur avgerð um, hvussu stórt gjald pr. m ² av hvørjum stykki skal bindast, inntil treytirnar eru uppfyltar.

Tann inngoldni peningur verður settur á bók við átekning um, at hann stendur sum trygd fyri uppfylling av treytunum sambært útstykkingarplan og bert kann útgjaldast við loyvi frá kommununi.

Tá ið útstykkjarin hevur uppfylt allar treytir, sum álagdar eru honum, vegir, vatn- og kloakkleiðingar eru góðkendir av kommununi, verður tann í bundnu kontoini standandi peningur leysgivin, veittur plantirættur kvittaður og avlýstur. Um so er, at kommunan ger omanfyri nevndu arbeiði fyri útstykkjarans rokning, fellur tann á kontoini standandi peningur til kommununa í mun til tað arbeiðið kostar. Tað írestandi heftir útstykkjarin (eigarin og seinri eigarar) framvegis fyri.

8. Kommunan kann til eina og hvørja tíð, uttan ávaring ella tíðarfreist, heilt ella partvís yvirtaka vegirnar við hartil hoyrandi leiðingum uttan nakað endurgjald fyri vegøkini og tað tilfar og arbeiði, sum er lagt í teir.

9. Avtalurætt í samband við hesa deklaratión hevur einans Tórshavnar kommuna.

10. Hesar treytir verða at tinglesa sum servituttur á viðkomandi ogn.

Tórshavn, tann 11. juni 1970.

Tórshavnar býráð