Argir

Argir vórðu ikki roknaðar sum bygd, fyrr enn maður keypti Argir á uppboðssølu í 1828, tí tá gjørdust møguleikar fyri at stovnseta eitt veruligt bygdarsamfelag. Fyrstu mongu árini vaks bygdin spakuliga og fekk ikki skúla fyrr enn í 1952. Men tá kom eisini rættilig gongd á. Nýggj byggilendi vórðu útvegað, og fólkið fjølgaðist.

Argir vóru, saman við Hoyvík, við í Tórshavnar uttanbíggjar kommunu til 1978, og 20 ár seinri gjørdust Argir partur av Tórshavnar kommunu. Samanbygt er millum Argir og sjálva Havnina. Argir verða roknaðar sum natúrligur partur av býnum, uttan tó at hvørva sum bygdarsamfelag í tí stóru býarmyndini. Argir hava sín egna bátahyl, skúlin verður útbygdur, har er nýggjur dagstovnur, ítróttaøki, kirkja og samkomuhús og annars tað, sum hoyrir einum nútímans samfelagi til.

Á Hamrinum er nýggj útstykking, eins og samtykt er at byggja nýggjan skúla á staðnum. Arbeitt verður eisini við at byggja nýggja ítróttarhøll á Argjum.

Á Argjum búgva 2.039 fólk. (18. januar 2016)