Hoyvík

Hoyvík hevur ongantíð verið stór bygd. Til 1800 var bara ein garður. Seinni varð hann býttur sundur í tveir garðar. Fyrstu húsini uttan fyri sjálvan garðin vórðu bygd í 1835. Frá fyrst í 1920-árunum var landbúnaðarroyndarstøð í Hoyvík, til húsini og økið vórðu latin Føroya Fornminnissavni. Gomlu húsini og bøurin verða skipað sum útisavn.

Hoyvík legði saman við Tórshavnar kommunu í 1978, og stór útstykkingarætlan varð gjørd fyri alt tað økið, sum fyrr var hagi. Har hevur mikil og fjølbroytt sethúsabygging verið seinastu árini við øllum tí, sum hoyrir einum so stórum býarparti til.

Tveir skúlar eru í Hoyvík. Eisini er nýggj, stásilig ítróttarhøll bygd fyri fáum árum síðan. Fleiri størri handils- og ídnaðarfyrtøkur halda til í Hoyvík. Teirra millum er einasta mjólkarvirkið í Føroyum, MBM.

Fyrsta kirkjan í Hoyvík varð vígd 4. november 2007. Fleiri fríkirkjur og samkomur hava bygt samkomuhús í Hoyvík.

Hoyvík er við at menna seg til at gerast ein býur í býnum. Bygt verður í stórum í Hoyvíkshaganum. Hetta setur skjøtil á ein nýggjan býling í Hoyvíkshaganum. Við Karlamagnusarbreyt hevur kommunan skapt teir karmar, ið neyðugur eru fyri býarvøkstri í hesum partinum av býnum.

Fólkatalið í Hoyvík er vaksið nógv seinastu árini. Í 2003 búðu 2700 í Hoyvík. Og í dag er talið 3.973. (9. juni 2017)