Hvítanes

Tað var Pløyen, amtmaður, sum í 1837 gav nøkrum monnum møguleika at gerast niðursetumenn á Hvítanesi. Fólk hevði ikki búð har áður, men í fleiri førum høvdu menn áleiðis av Skálafjørðinum til Havnar sett upp her. Hvítanes er brimpláss, og tí hevur mangan verið trupult at koma á land. Niðursetufólkini fingu fyrst jørðina til leigu og seinni til keyps, og bygdin vaks. Hagi var eingin til bygdina, tí varð stórt arbeiði lagt í bøin, sum saman við útróðrinum var teirra livibreyð.

Eftir at vegur kom millum Havnina og Hvítanes, og býurin er vaksin norðureftir við miklari ferð, er nærum samanbygt, og flestu hvítanesfólk arbeiða í Havn.  Hvítanes er eisini partur av Tórshavnar kommunu, men hóast tað er Hvítanes enn ein bygd við sínum eyðkennum, sum hvítanesfólk framvegis vilja varðveita.

Á Hvítanesi búgva 110 fólk. (9. juni 2017)

Hvítanesnevndin
Annika Olsen, forkv.
Bjørghild Djurhuus
Ejler Johannesen
Aage Nybo
Esmar Joensen