Kaldbak

Kaldbak lá leingi avbyrgd frá øðrum bygdum. Skuldi ikki gangast inn í Fjørð, var bert sjóvegis samband, til 1980, tá ið vegasamband fekst við Havnina. Hetta var trý ár eftir tað, at Kaldbak gjørdist partur av høvuðsstaðarkommununi. Við góða sambandinum við umheimin mentist bygdin. Fleiri grundstykki vórðu fingin til vega í nýggjum býlingi. Gamli skúlin er umvældur og útbygdur, og somuleiðis hava kaldbaksfólk fingið dagstovn.

Kaldbaksmenn vóru millum teir fyrstu í Føroyum, sum fóru at ala síl og laks. Og síðani hevur alivirksemið, alt eftir hvussu alivinnan hevur verið fyri, verið stórt á firðinum. Saman við Kaldbak kom Sund upp í Tórshavnar kommunu í 1977.

Í Kaldbak búgva 239 fólk. (9. juni 2017)

Kaldbaksnevndin
Annika Olsen, forkv.
Helena Dam á Neystabø
Ingi á Smið
Lena Reinert
Finnbjørn Simonsen