Kaldbaksbotnur

Innast í botninum á Kaldbaksfirði er niðursetubygdin Kaldbaksbotnur, sum við sínum báðum bóndagørðum lá rættiliga avbyrgd, til vegurin í 1980 kom úr Havn inn í Kaldbaksbotn trý ár eftir, at bygdin kom upp í høvuðsstaðarkommununa. Í 1992 kom berghol millum Kaldbaksbotn og Signabø, og er hetta nú høvuðsferðsluæðrin norðaneftir til Havnar.

Oman fyri Kaldbaksbotn er Mjørkadalur, har NATO bygdi herstøð í 1960. Nakað oman fyri bygdina er eisini Mannafelsdalur. Á sandinum inni í Kaldbaksbotni er vanligt at síggja nógv fólk við tráðu um sumrarnar, tí har eru sjósíl og laksur at fáa.

Í Kaldbaksbotni búgva 11 fólk. (9. juni 2017)