Kirkjubøur

Kirkjubøur er millum elstu bygdir í Føroyum og er ein hin søguríkasta. Bygdin var í miðøldini, við sínum bispasæti, miðdepil fyri átrúnaðarliga og mentanarliga virkseminum í landinum.

Umstøðurnar at búgva í Kirkjubø hava verið góðar. Gott rekapláss og góður sólargangur og tí eisini fruktargott. Bygdin hevur onkuntíð verið munandi størri, enn hon er nú, og hevur, har hon liggur mitt í landinum, eisini verið ein hin týdningarmesta føroyska bygdin.

Søguligi kongsbóndagarðurin, hin størsti í Føroyum, hevur verið í somu ætt síðani miðskeiðis í 16. øld við sínum sermerktu hugnaligu húsum. Ikki minst aldargomlu stokkastovurnar og roykstovan.
Kendasta fornminni føroyinga er gamli dómkirkjumúrurin í Kirkjubø, sum hevur sína serligu søgu. Kortini er verandi sóknarkirkjan enn eldri, og er elsta kirkja í landinum.

Saman við Velbastað gjørdist Kirkjubøur partur av høvuðsstaðarkommununi 1. januar í 2005.

Í Kirkjubø búgva 81 fólk. (9. juni 2017)

Kirkjub. / Velbastaðarnevndin

Annika Olsen, forkv.
Annfinn Brekkstein
Eyðfinnur í Búðini
Tórður Patursson
Eyðbjørn Egholm Gaard