Kollafjørður

Fram við allari norðursíðuni á firðinum við sama navni liggur bygdin Kollafjørður, sum við sínum umleið átta kilometrum er Føroya longsta bygd. Innast á firðinum eru Oyrareingir og Signabøur á suðursíðuni.

Kollafjørður er gomul bóndabygd, men har hevur eisini mangt annað størri og smærri vinnuligt virksemi verið. Inni í dalinum er landbúnaðarroyndarstøð. Nógv virksemi í samband við aling er á firðinum, og alifiskur hevur verið tikin og góðskaður á landi. Bygd eru stórt fiska- og frystivirki á havnarlagnum á Langasandi.

Kollafjørður legði 1. januar í 2001 saman við høvuðsstaðarkommununi, og hevur kommunan síðan gjørt stórar útbyggingar á havnarøkinum, eins og privatir eisini hava gjørt stórar vinnuligar íløgur á havnarlagnum. Arbeitt verður við stórari havnarútbygging á Oyrareingjum, eins og ætlanir eru um at broyta byggisamtyktina fyri økið, so núverandi landbúnaðarøki vestan fyri tunnilsmunnan á Signabø verður ídnaðarøki.

Bygdin hevur annars alt, sum hoyrir einari framkomnari bygd til av kommunalum, almennum og privatum tænastum. Fyri stuttum varð stóra útbyggingin av skúlanum tikin í brúk saman við ítróttarhøll og nýggjari læknamiðstøð. Góðir møguleikar fyri barnaansing eru í Kollafirði.

Í Kollafirði, á Oyrareingjum og Signabø búgva 940 fólk. (18. januar 2016)

Kollafjarðarnevndin
Annika Olsen, forkv.
Halla Samuelsen
Niels á Reynatúgvu
Jan Breiðaskarð
Oddny Heðinsdóttir Olsen