Norðradalur

Umgirdur av høgum fjøllum liggur Norðradalur vestantili á Streymoy og lítur vestur í hav. Norðradalur er gomul landbúnaðarbygd, har tey serliga hava lagt dent á neytahald, seyðahald og flogfenað. Við útróðri hevur lítið borið til, tí lendingarviðurskiftini eru alt annað enn góð.

Norðradalur hevur ligið avbyrgdur frá øðrum, til bygdin fekk vegasamband í 1977, og undan tí hevur mangan verið trupult og tungt at koma til og úr bygdini. Allur flutningur til og úr bygdini mátti vera á rossabaki.

Norðradalur var, saman við øðrum bygdum, partur av Tórshavnar uttanbíggjarkommunu, men kom upp í høvuðsstaðarkommununa 1. januar 1997. Skúlin varð niðurlagdur fyri nøkrum árum síðani, og nú verða skúlahúsini nýtt sum samkomuhús til ymisk endamál.

Nú búgva 12 fólk í Norðradali. (9. juni 2017)