Námsfrøðilig tiltøk til børn við serligum tørvi

Kommunala dagstovnaøkið fevnir um dagrøkt, vøggustovur, barnagarðar og frítíðarskúlar.
Tað stendur øllum børnum í kommunalu skipanini í boði eitt væl skipað námsfrøðiligt umhvørvi, har støði verður tikið í tí einstaka barninum.

Hevur barn títt tørv á eyka stimbran ella eru aðrar avbjóðingar í styttri ella longri tíð, ber til at skipa serstøk námsfrøðilig tiltøk á stovninum, ið taka hædd fyri hesum.
Barna- og ungdómsdeildin veitir ráð og vegleiðing og játtar í serstøkum føri eyka starvsfólkatímar í eina tíð. Stovnsleiðarin vendir sær til námsfrøðiligu ráðgevingina á Barna- og ungdómsdeildina um hetta.

Serstovur

Er vanliga kommunala dagstovnatilboðið ikki nøktandi fyri barnið, ber til at søkja um pláss í  kommunalari serstovu. Á serstovunum eru færri børn, og karmarnir eru skipaðir við atliti at serliga tørvinum.
Starvsfólkið arbeiðir miðvíst við m.a. samskifti, mál- og rørslumenning og sosialisering.

Bólið er partur  av Dagstovninum í Øksnagerði og hevur pláss fyri 6 børnum við kontakt- og samskiftistrupulleikum.

Almannastovan
Um kommunalu tilboðini ikki verða mett at nøkta tørvin hjá barninum, ber til at fáa eitt ansingartilboð gjøgnum Almannastovuna,  sum eisini veitir hjálp, tá børnini ikki longur eru fevnd av kommunalu tilboðunum vegna aldur.

Barna og ungdómsdeildin hjá kommununi kann leiðbeina um slíkar spurningar.