Sund

Sund á syðru síðu á Kaldbaksfirði er gomul bóndabygd, har ongantíð hevur verið meira enn eitt festi. Tað var rættiliga stórt - 12 merkur. Tey umleið 20 fólkini, sum einaferð hava búð á garðinum á Sundi, hava livað av tí, jørðin hevur borið, men útróðurin hevur eisini verið eitt gott ískoyti.

Landbúnaður er enn sum áður á Sundi, men eystan fyri bóndahúsini, har bøur fyrr var, er nú stórt havnarlag, ætlað útflutningsvinnu og møguliga komandi oljuvinnu. Norðan fyri hevur SEV motorverk. Við havnarlagið er eisini eitt asfaltvirki. Saman við Kaldbak kom Sund upp í Tórshavnar kommunu í 1977.

Á Sundi búgva 2 fólk. (18. januar 2016)