Syðradalur

Syðradalur, ið er vestantil á Streymoy, er umgirdur av høgum fjøllum. Bygdin hevur verið ógvuliga avbyrgd, til hon í 1982 fekk vegasamband við Velbastað. Til og úr bygdini slepst heldur ikki við báti, tí Syðradalur er av ringastu brimplássum.

Syðradalur hevur síðani trúbótina verið festigarður hjá ymsum prestum í Suðurstreymoy og var tað líka til 1936, tá ið hendan skipan varð broytt. Seinasti, sum festi prestajørð í Syðradali, var Jákup Dahl, próvstur. Eftir hetta vórðu festini latin øðrum.

Í Syðradali eru tvey festi. Annað hevur seyðahald, og hitt festið hevur, umframt seyðahald, eisini neytahald, og nógv er seinastu árini velt upp úr nýggjum, og gamal bøur er veltur aftur.

Syðradalur var partur av Tórshavnar uttanbíggjarkommunu, men kom upp í Tórshavnar kommunu í 1997.

Í Syðradali búgva í dag 9 fólk. (18. januar 2016)