Velbastaður

Velbastaður er av elstu bygdum í Føroyum. Í bønum niðan fyri bygdina oman móti sjóvarmálanum eru lutir, sum ivaleyst stava frá miðøldini, funnir, og nakað norðanfyri, í Fossdali, eru toftir funnar, sum helst stava frá víkingaøld.

Velbastaður hevur verið, og er framvegis, eyðkend landbúnaðarbygd. Har er eisini stórt eggvirki og sláturvirki til flogfenað í bygdini. Bygdin er í vøkstri, og tað sæst m.a. av, at skúlin verður munandi útbygdur, og nýggjur dagstovnur er bygdur.

Livandi mentanin hevur sínar djúpu røtur á Velbastað, har tey longu í 1895 stovnaðu ungmannafelagið Sólarmagn, og hóast bygdin 1. januar í 2005 kastaði saman við Tórshavnar kommunu, verður stórur dentur lagdur á at varðveita bygdarumhvørvið.

Umleið 228 fólk búgva á Velbastað. (9. juni 2017)

Kirkjub. / Velbastaðarnevndin

Annika Olsen, forkv.
Annfinn Brekkstein
Eyðfinnur í Búðini
Tórður Patursson
Eyðbjørn Egholm Gaard