Hestur 

Hestur er rættiliga høg oyggj og brøtt eystanfyri. Á øðrum síðum er berg. Uppi á er tó slætt við fleiri smáum vøtnum.

Fólkið í Hesti livir mest av landbúnaði og útróðri.

Mong ferðafólk leita í Hest, har útsýnið er bæði gott og vakurt. Serlig uppliving er at fara við báti vestur um oynna at síggja fuglabjørgini. Har slepst eisini inn í tey mongu hellini, har eru. Góð ferjuhavn er, so høgligt er at koma til og úr Hesti. Í Hesti eru eisini góðir gistingarmøguleikar, bæði í bygdarhúsinum og í innilokaðu svimjihøllini.

Á Hæli syðst á oynni, sum møguliga er elsta búplássið í Hesti, eru funnar leivdir, sum geva ábendingar um, at her hava fólk búð heilt frá landnámstíðini. Har er tó so mikið bratt, at ikki bar til at søkja sjógvin haðani, og tí eru fólk flutt hagar, bygdin nú er, og sum er einasta búpláss á oynni.

Fríðkað er um  bygdina, og nýggjar kloakkir og vatnleiðing eru lagdar í Hesti, eins og vatnið verður sóttreinsað.

Hest kommuna gjørdist partur av Tórshavnar kommunu 1. januar í 2005.

Í heysti búgva 17 fólk. (18. januar 2016)

Hest / Koltursnevndin
Annika Olsen, forkv.
Heðin Mortensen
Kári Niclasen
Anna Svanhilda Silvurstein
Frida Súsanna Lenvig