Koltur


Koltur er 2,5 ferkilometrar til víddar og næstminsta oyggin í landinum. Koltur er gomul markatalsbygd, upprunaliga bert við einum garði, men seinni býttur sundur í fýra. Tá hava eini hálvthundrað fólk búð í oynni. Til tess at varðveita tey serligu virði í Koltri, tók Jarðarráðið, saman við festaranum, stig til at stovna Koltursgrunnin. Síðani er gamli býlingurin Heimi í Húsi endurbygdur.

Virksemið hjá bóndahjúnunum er tríbýtt: Seyðahald, neytahald og ferðavinna. Í Koltri reka tey vistfrøðiligan landbúnað. Um summarið koma mangan stórir og smáir ferðafólkabólkar út í oynna. Bæði útlendingar og føroyingar. Tá ið tú hevur eygfarið ta óspiltu náttúruna, plantu- og fuglalív, seyð og serliga skotska neytaslagið, verður borðreitt við øllum góðum, sum oyggin hevur at bjóða.

Í Koltri býr 1 fólk. (9. juni 2017)
Hest / Koltursnevndin
Annika Olsen, forkv.
Heðin Mortensen
Kári Niclasen
Anna Svanhilda Silvurstein
Frida Súsanna Lenvig